Far beinleiðis til innihaldið

LESTRARGREIN 10

Hvat forðar mær í at blíva doyptur?

Hvat forðar mær í at blíva doyptur?

„Teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.“ – ÁPS. 8:38.

SANGUR NR. 52 Kristin vígsla

ENDAMÁL a

1. Hvat mistu Ádam og Eva, og hvat hevði tað við sær?

 HVØR heldur tú skal gera av, hvat er rætt, og hvat er skeivt? Tá ið Ádam og Eva ótu av trænum til kunnskap um gott og ilt, var tað týðiligt, at tey ikki vildu líta á Jehova og hansara normar. Tey vildu heldur sjálvi bestemma, hvat var rætt og skeivt. (1. Mós. 3:22) Men hugsa um, hvat tey mistu. Tey mistu sítt vinalag við Jehova. Tey mistu eisini møguleikan at liva um ævir, og tey góvu børnunum hjá sær synd og deyða í arv. (Róm. 5:12) Tað, sum Ádam og Eva gjørdu, fekk ræðuligar avleiðingar.

Tá ið etiopiski hirðmaðurin skilti sannleikan um Jesus, vildi hann doypast beinanvegin (Sí stykkini 2-3)

2-3. (a) Hvat gjørdi etiopiski hirðmaðurin, tá ið Filip boðaði fyri honum? (b) Hvørjar signingar fáa vit, tá ið vit lata okkum doypa, og hvørjar spurningar fara vit at kanna?

2 Vit kunnu samanbera tað, sum Ádam og Eva gjørdu, við tað, sum etiopiski hirðmaðurin gjørdi, tá ið Filip boðaði fyri honum. Hirðmaðurin var so takksamur fyri tað, sum Jehova og Jesus høvdu gjørt fyri hann, at hann beinanvegin læt seg doypa. (Áps. 8:34-38) Tá ið vit víga okkara lív til Gud og lata okkum doypa, akkurát sum hirðmaðurin, vísa vit týðiliga, at vit eru takksom fyri tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri okkum. Vit vísa eisini, at vit líta á Jehova og viðurkenna, at tað er hann, sum eigur at gera av, hvat er rætt og skeivt.

3 Hugsa um allar signingarnar, vit fáa, tá ið vit tæna Jehova! Ein signing er, at Jehova fer at geva okkum alt tað, sum Ádam og Eva mistu, harímillum møguleikan at liva um ævir. Tá ið vit trúgva á Jesus, fyrigevur Jehova okkum fyri tað, sum vit gera skeivt, og gevur okkum eina góða samvitsku. (Matt. 20:28; Áps. 10:43) Vit verða eisini ein partur av stóru familjuni hjá Jehova, og vit kunnu gleðast um eina fantastiska framtíð. (Jóh. 10:14-16; Róm. 8:20, 21) Men sjálvt um Jehova lovar okkum so nógv gott, halda nøkur seg aftur við at gera sum hirðmaðurin. Hvat kann tað vera, sum forðar teimum í at lata seg doypa? Og hvussu kunnu tey vinna á forðingunum?

HVÍ HALDA SUMMI SEG AFTUR VIÐ AT LATA SEG DOYPA?

Hvat kann fáa summi at halda seg aftur við at blíva doypt?

Manglandi sjálvsálit (Sí stykkini 4-5) b

4-5. Hvat gjørdi, at Avery og Hannah aftraðu seg við at lata seg doypa?

4 Manglandi sjálvsálit. Foreldrini hjá Avery eru Jehova vitni. Pápi hansara er kendur fyri at vera ein góður elsti og ein kerligur pápi. Men Avery aftraði seg við at blíva doyptur. Hví tað? „Eg hugsaði, at eg ongantíð fór at klára at liva upp til tað, sum pápi kláraði,“ sigur hann. Avery ivaðist eisini í, um hann fór at klára at taka sær av ymiskum uppgávum, sum hann kundi fingið seinni. „Eg var bangin fyri at skula biðja eina bøn í ríkissalinum, halda fyrilestrar ella hava eitt boðanarmøti.“

5 Hannah, sum er 18 ár, vaks upp við foreldrum, sum eru Jehova vitni. Men hon hevði lágt sjálvsálit og ivaðist í, um hon fór at klára at liva upp til normarnar hjá Jehova. Hví tað? Hon hugsaði øgiliga negativt um seg sjálva. Viðhvørt hevði hon tað so ringt, at hon við vilja skaddi seg sjálva, og tað gjørdi bara alt verri. „Eg fortaldi ongantíð nøkrum, hvat eg gjørdi, ikki eingongd mammu og babba,“ sigur hon. „Eg hugsaði, at Jehova ikki vildi kennast við meg, tá ið eg gjørdi sovorðið.“

Ávirkan frá vinum (Sí stykki 6) c

6. Hví aftraði Vanessa seg við at lata seg doypa?

6 Ávirkan frá vinum. Vanessa, sum er 22 ár, sigur: „Eg hevði eina góða vinkonu, sum eg hevði kent ordiliga leingi.“ Vanessa vildi gjarna doypast, men vinkonan stuðlaði henni ikki í at røkka tí málinum. Tað var Vanessa kedd um. Hon sigur: „Eg havi ikki so lætt við at fáa vinir, so eg var bangin fyri, at viss eg kvetti sambandið við hana, fór eg ongantíð at fáa eina so tætta vinkonu aftur.“

Ótti fyri at gera nakað skeivt (Sí stykki 7) d

7. Hvørjum var Makayla bangin fyri, og hví?

7 Ótti fyri at gera nakað skeivt. Makayla var fimm ára gomul, tá ið beiggi hennara bleiv útihýstur. Meðan hon vaks upp, sá hon, hvussu kedd foreldrini vóru um tað, sum var hent. Makayla sigur: „Eg helt meg aftur við at lata meg doypa, tí eg var bangin fyri, at tað kundi enda við, at eg bleiv útihýst, viss eg gjørdi eitt mistak. Tað hevði bara gjørt mammu og babba enn meira kedd.“

Ótti fyri mótstøðu (Sí stykki 8) e

8. Hvørjum var Miles bangin fyri?

8 Ótti fyri mótstøðu. Foreldrini hjá Miles eru skild. Pápin er Jehova vitni, men ikki mamman. „Eg búði hjá mammu í 18 ár,“ sigur hann, „og eg tordi ikki at fortelja henni, at eg gjarna vildi doypast. Eg visti, hvussu hon tók tað, tá ið pápi bleiv doyptur, og eg var bangin fyri, at hon eisini fór at blíva líka ill við meg.“

HVUSSU KANST TÚ VINNA Á FORÐINGUNUM?

9. Hvat fert tú allarhelst at gera, tá ið tú lærir meira um, hvussu tolin og kerligur Jehova er?

9 Orsøkin til, at Ádam og Eva ikki valdu at tæna Jehova, var, at tey ikki elskaðu hann nóg nógv. Hóast tað læt Jehova tey liva so leingi, at tey fingu børn, og tey sluppu sjálvi at bestemma, hvussu tey vildu uppala tey. Tað sást rættiliga skjótt, hvussu býtt avgerðin hjá teimum um at gera uppreistur ímóti Jehova var. Tann elsti sonurin hjá teimum drap beiggja sín, sum var púra ósekur. Og við tíðini bleiv mannaættin gjøgnumsúrgað av harðskapi og sjálvsøkni. (1. Mós. 4:8; 6:11-13) Men Jehova hevði eina loysn, sum kundi bjarga teimum eftirkomarunum hjá Ádami og Evu, sum vildu tæna honum. (Jóh. 6:38-40, 57, 58) Tá ið tú lærir meira um, hvussu tolin og kerligur Jehova er, fert tú allarhelst at elska hann enn meira. Og so fert tú ikki at gera sum Ádam og Eva. Nei, tú fært hug til at gleða Jehova og víga títt lív til hansara.

Hvussu kanst tú vinna á forðingunum?

(Sí stykkini 9-10) f

10. Hví kann tað at hugsa um Sálm 19:8 hjálpa tær at tæna Jehova?

10 Tú mást blíva við at læra meira um Jehova. So hvørt sum tú lærir Jehova betur at kenna, verður tað lættari at trúgva upp á, at tað ber til hjá tær at tæna honum. Avery, sum bleiv nevndur fyrr í greinini, sigur: „Eg fekk størri sjálvsálit, tá ið eg las og hugsaði um tað lyftið, sum stendur í Sálmi 19:8.“ (Les.) Tá ið Avery sá, at Jehova helt sítt lyfti, fór hann at elska Jehova meira. Kærleiki gevur ikki bara størri sjálvsálit, men hjálpir okkum eisini at fokusera upp á Jehova og hansara vilja. Hannah, sum eisini er nevnd fyrr í greinini, sigur: „Tá ið eg las í Bíbliuni og hevði persónligan lestur, kom eg fram til, at tá ið eg skaddi meg sjálva, særdi tað eisini Jehova.“ (1. Pæt. 5:7) Hannah fylgdi tí, sum hon las í Bíbliuni. (Ják. 1:22) Hvat bleiv úrslitið? Hon sigur: „Tá ið eg sá, hvussu tað gagnaði mær at akta Jehova, fór eg at elska hann enn meira. Nú veit eg, at Jehova altíð fer at hjálpa mær, tá ið eg havi brúk fyri tí.“ Hannah gavst við at skaða seg sjálva og vígdi sítt lív til Jehova og bleiv doypt.

(Sí stykki 11) g

11. Hvat gjørdi Vanessa fyri at fáa góðar vinir, og hvat kunnu vit læra av tí?

11 Tú mást velja góðar vinir. Vanessa kom við tíðini fram til, at vinkonan forðaði henni í at tæna Jehova. Og tí helt hon uppat at koma saman við henni. Men hon gjørdi meira enn tað, hon royndi at fáa vinir í samkomuni. Eitt, sum hjálpti henni, var at lesa um Nóa og familjuna. Hon sigur: „Fólkini, sum búðu rundan um tey, tæntu ikki Jehova, men Nóa og familjan høvdu hvønn annan.“ Aftan á at Vanessa var blivin doypt, bleiv hon pionerur. Hon fortelur: „Nú havi eg fingið góðar vinir, ikki bara í mínari egnu samkomu, men eisini í øðrum samkomum.“ Tú kanst eisini fáa góðar vinir, viss tú gert so nógv sum gjørligt í tænastuni fyri Jehova. – Matt. 24:14.

(Sí stykkini 12-15) h

12. Hvat slag av ótta manglaðu Ádam og Eva, og hvat endaði tað við?

12 Tú mást hava tað rætta slagið av ótta. Okkurt slag av ótta er gott. Tað er til dømis gott at vera bangin fyri at særa Jehova. (Slm. 111:10) Viss Ádam og Eva høvdu havt tað slagið av ótta, høvdu tey ikki gjørt uppreistur ímóti Jehova. Men tað gjørdu tey, og aftaná skiltu tey, at tey vóru syndarar. Nú kundu tey bara geva børnunum hjá sær synd og deyða í arv. Av tí at tey skiltu, at tey høvdu verið ólýðin ímóti Gudi, fóru tey at skammast um at vera nakin, og ’tey seymaðu fikubløð saman og bundu upp fyri seg’. – 1. Mós. 3:7, 21.

13-14. (a) Hví skulu vit ikki vera alt for bangin fyri at doyggja sambært 1. Pætursbrævi 3:21? (b) Hvørjar grundir hava vit til at elska Jehova?

13 Sjálvt um tað er gott, at vit eru bangin fyri at særa Jehova, so eru nøkur ting, sum vit ikki pjøvast at vera bangin fyri. Nógv fólk í heiminum eru til dømis øgiliga bangin fyri at doyggja. Men vit vita, at Jehova hevur lovað at geva teimum deyðu lívið aftur, og hann hevur eisini gjørt tað møguligt hjá okkum at fáa ævigt lív. Á líknandi hátt pjøvast vit ikki at vera alt for bangin fyri at gera eitt mistak, sum kann gera, at vit missa Guds góðkenning. Viss vit synda, men angra av hjarta, fyrigevur Jehova okkum, og tað ger hann, tí vit trúgva á loysigjaldið. Eitt tað besta, vit kunnu gera fyri at vísa okkara trúgv, er at víga okkara lív til Gud og lata okkum doypa. – Les 1. Pætursbræv 3:21.

14 Vit hava so nógvar grundir til at elska Jehova. Hann gevur okkum ikki bara tað, sum vit hava brúk fyri hvønn dag, hann hevur eisini lært okkum nógv um seg sjálvan og sínar ætlanir. (Jóh. 8:31, 32) Vit fáa eisini góða hjálp í samkomuni. Jehova hjálpir okkum at klára teir trupulleikarnar, vit hava nú, og hann hevur givið okkum vón um ævigt lív, har alt er gott. (Slm. 68:20; Opinb. 21:3, 4) Tá ið vit hugsa um, hvussu nógv Jehova longu hevur gjørt fyri at vísa, at hann elskar okkum, fær tað okkum at elska hann. Og tá ið vit elska Jehova, fáa vit tað rætta slagið av ótta. Tað, sum vit eru bangin fyri, er at særa hann, sum vit elska so nógv.

15. Hvussu vann Makayla á sínum ótta fyri at gera nakað skeivt?

15 Tá ið Makayla, sum er nevnd fyrr í greinini, skilti, hvussu fyrigevandi Jehova er, vann hon á sínum ótta fyri at gera nakað skeivt. „Eg skilti, at øll eru ófullkomin og gera mistøk. Men eg fann eisini út av, at Jehova elskar okkum og fyrigevur okkum, tí Jesus hevur ofrað sítt lív fyri okkum.“ Hon elskaði Jehova so nógv, at hon vígdi sítt lív til hansara og bleiv doypt.

(Sí stykki 16) i

16. Hvussu vann Miles á sínum ótta?

16 Miles, sum var bangin fyri, at mamma hansara ikki fór at dáma, at hann vildi doypast, bað fylkisumsjónarmannin um góð ráð. „Hann var eisini vaksin upp í einum heimi, har bara annað av foreldrunum var Jehova vitni,“ fortelur Miles. „Hann hjálpti mær at hugsa um, hvat eg kundi siga við mammu, so hon skilti, at tað var eg sjálvur, sum vildi doypast, og at tað ikki var pápi, sum noyddi meg.“ Mamma Miles dámdi tað illa. Tað endaði við, at hann noyddist at flyta heimanífrá. Men hann helt fast við sína avgerð. Hann sigur: „At læra um alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri meg, gjørdi meg so glaðan. Tá ið eg hugsaði um loysigjaldið, gekk tað upp fyri mær, hvussu góður Jehova er við meg. Og tað fekk meg at víga mítt lív til hansara og lata meg doypa.“

TÚ MÁST HALDA FAST VIÐ TÍNA AVGERÐ

Vit kunnu vísa, at vit eru takksom fyri tað, sum Gud hevur gjørt fyri okkum (Sí stykki 17)

17. Hvønn møguleika hava vit øll?

17 Tá ið Eva át av fruktini í urtagarðinum Eden, vendi hon faðir sínum bakið. Ádam fekk sær eisini av fruktini, og tað vísti, at hann ikki var takksamur fyri alt tað góða, sum Jehova hevði gjørt fyri hann. Vit hava øll møguleika at vísa, at vit ikki eru sum Ádam og Eva. Tá ið vit blíva doypt, vísa vit Jehova, at vit skilja, at tað er hann, sum hevur rættin til at siga, hvat er rætt og skeivt. Vit vísa, at vit elska hann og hava álit á honum.

18. Hvat kann hjálpa tær at halda fast við tína avgerð um at tæna Jehova?

18 Aftan á dópin mugu vit blíva við at fylgja normunum, sum Jehova hevur ásett. Tað gera milliónir av hansara tænarum ár um ár. Og tað kanst tú eisini, viss tú blívur við at læra meira um Bíbliuna, at koma regluliga saman við tínum brøðrum og systrum og at fortelja øðrum um tað, sum tú hevur lært um tín góða faðir. (Hebr. 10:24, 25) Tá ið tú skalt taka avgerðir, mást tú lurta eftir teimum ráðunum, sum Jehova gevur tær gjøgnum sítt orð og sína samskipan. (Es. 30:21) So fer tað at gangast tær væl! – Orðt. 16:3, 20.

19. Hví er tað gott at blíva við at hugsa um, hvussu tað gagnar tær at fylgja tí, sum Jehova sigur?

19 Jú týðiligari tú sært, hvussu tað gagnar tær at fylgja tí, sum Jehova sigur, jú meira fert tú at elska hann og hansara normar. Tá kann einki, sum Satan hevur at bjóða, fáa teg at steðga við at tæna Jehova. Royn at síggja teg sjálvan túsund ár frammi í tíðini. Tú fert at hyggja aftur á tína avgerð um at lata teg doypa og hugsa: ’Tað er tann besta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið!’

SANGUR NR. 28 Hvør er tín vinur, Gud?

a Tann viktigasta avgerðin, tú kanst taka, er at lata teg doypa. Hví er tað ein so viktig avgerð? Tað kemur henda greinin inn upp á. Og greinin kann eisini hjálpa teimum, sum hugsa um at lata seg doypa, at vinna á tí, sum kanska heldur teimum aftur.

b MYNDAFRÁGREIÐING: Sjálvsálit: Ein ungur drongur torir ikki so væl at svara.

c MYNDAFRÁGREIÐING: Vinir: Ein ung systir, sum er í ringum felagsskapi, er flóv, tá ið hon sær nakrar trúarfelagar.

d MYNDAFRÁGREIÐING: Mistøk: Tá ið beiggi eina unga gentu verður útihýstur og flytur heimanífrá, er hon bangin fyri, at tað sama fer at henda við henni.

e MYNDAFRÁGREIÐING: Mótstøða: Ein drongur torir ikki at biðja, meðan mamma hansara, sum ikki er Jehova vitni, hyggur at.

f MYNDAFRÁGREIÐING: Sjálvsálit: Ein ungur drongur ger meira burtur úr sínum persónliga lestri.

g MYNDAFRÁGREIÐING: Vinir: Ein ung systir er stolt av at vera eitt Jehova vitni.

h MYNDAFRÁGREIÐING: Mistøk: Ein ung genta velur sannleikan og verður doypt.

i MYNDAFRÁGREIÐING: Mótstøða: Ein drongur torir at fortelja mammu síni, sum ikki er Jehova vitni, um sína trúgv.