Far beinleiðis til innihaldið

Vís, at tú trýrt upp á lyftini frá Jehova

Vís, at tú trýrt upp á lyftini frá Jehova

„Trúgv er … sannføring um tað, sum ikki sæst.“ – HEBR. 11:1.

SANGIR: 54, 125

1. Hvussu skulu vit meta sanna trúgv?

 SONN trúgv hevur stóran týdning, men tað eru ikki øll, sum hava trúgv. (2. Tess. 3:2) Jehova hevur tó givið øllum, sum tæna honum, eitt ’mál av trúgv’. (Róm. 12:3) Og tað eru vit takksom fyri.

2, 3. (a) Hvørjar signingar fáa tey, sum trúgva? (b) Hvørjar spurningar fara vit nú at kanna?

2 Jesus segði, at faðir hansara í himli dregur menniskju til sín gjøgnum sonin. (Jóh. 6:44, 65) Tá ið vit trúgva á Jesus, kann Jehova fyrigeva okkum okkara syndir, og vit kunnu blíva hansara vinir um ævir. (Róm. 6:23) Hava vit uppiborið tað? Nei. Vit eru syndarar, og tí hava vit faktiskt uppiborið at doyggja. (Slm. 103:10) Men Jehova sá okkurt gott í okkum og hjálpti okkum at skilja tey góðu tíðindini. Vit fingu trúgv á Jesus og fóru at fylgja honum. Og av tí sama fingu vit vón um ævigt lív. – Les 1. Jóhannesarbræv 4:9, 10.

3 Men hvat vil tað siga at trúgva á Gud? Er tað bara at vita, at Gud fer at geva okkum eina góða framtíð? Og hvussu kunnu vit vísa, at vit trúgva?

„VIÐ HJARTANUM TRÝR EIN“

4. Hvat vil tað siga at vísa sína trúgv?

4 Trúgv er meira enn bara at vita, hvat Gud hevur gjørt og fer at gera. Trúgvin á Jehova og Jesus fær okkum at akta Gud. Hon gevur okkum eisini hug at fortelja øðrum tey góðu tíðindini. Paulus sigur: „Um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur. Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.“ – Róm. 10:9, 10; 2. Kor. 4:13.

5. Hví hevur trúgv so stóran týdning, og hvussu kunnu vit halda hana sterka? Lýs við einum dømi.

5 Vit mugu altso hava sterka trúgv fyri at fáa ævigt lív. Trúgv kann samanberast við eina plantu. Ein planta doyr, viss hon ikki fær nokk av vatni. Soleiðis er tað eisini við trúnni. Viss vit ikki gera nakað fyri at styrkja hana, viknar hon og doyr. (Luk. 22:32; Hebr. 3:12) Men viss vit hinvegin ansa væl eftir henni, verður hon sterkari. – 2. Tess. 1:3; Tit. 2:2.

HVAT ER TRÚGV?

6. Hvat er trúgv sambært Hebrearabrævinum 11:1?

6 Í Hebrearabrævinum 11:1 (Les.) greiðir Bíblian frá, hvat trúgv er. Trúgv hevur við nakað ósjónligt at gera. Fyri tað fyrsta er trúgv „tað, sum vónað verður“. Tað vil siga, at vit trúgva á lyftini frá Gudi, til dømis at hann lovar at gera enda á øllum tí ónda og skapa eina nýggja verð. Fyri tað næsta er trúgv „sannføring um tað, sum ikki sæst,“ eitt nú Jehova, Jesus, einglarnir og Guds ríki. (Hebr. 11:3) Hvussu kunnu vit vísa, at vit trúgva á tað, sum Bíblian sigur? Tað kunnu vit bæði við tí, sum vit siga, og við tí, sum vit gera.

7. Hvussu hjálpir Nóa okkum at skilja, hvat tað vil siga at hava trúgv? (Hygg at fyrstu myndini.)

7 Nóa kann læra okkum nógv um trúgv. Hebrearabrævið 11:7 sigur: „Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heiløgum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu.“ Nóa vísti sína trúgv, tá ið hann bygdi eina risastóra ørk. Tey, sum búðu har á staðnum, hava heilt sikkurt spurt hann, hví hann var farin at byggja eina ørk. Hvat svaraði Nóa? Hansara trúgv fekk hann at ávara tey um, at Gud fór at døma tey. Hann fortaldi teimum sikkurt, at Jehova hevði sagt: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti … Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.“ Nóa fortaldi teimum sikkurt eisini, hvat tey máttu gera fyri at yvirliva. Og kanska segði hann tað sama við tey, sum Jehova hevði sagt við hann: „Tú skalt fara inn í ørkina.“ So Nóa vísti eisini sína trúgv við at prædika. – 1. Mós. 6:13, 17, 18; 2. Pæt. 2:5.

8. Hvat segði Jákup um sanna trúgv?

8 Jákup skrivaði eisini um trúgv, og tað gjørdi hann allarhelst, stutt eftir at Paulus hevði skrivað Hebrearabrævið. Eins og Paulus greiddi hann frá, at tað ikki var nokk bara at trúgva upp á, at Gud er til. Vit mugu eisini vísa trúnna í verki. Jákup segði: „Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna!“ (Ják. 2:18) Og so forklárar Jákup munin á at trúgva á Gud og at vísa trúgv. Hann sigur, at sjálvt um teir illu andarnir kanska hava trúgv, so hava teir ikki sanna trúgv, tí teir ganga ímóti Guds vilja. (Ják. 2:19, 20) Jákup vísti eisini á eitt annað dømi og spurdi: „Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, táið hann ofraði son sín Ísak á altarinum! Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin!“ Fyri at gera tað heilt greitt, at trúgvin skal vísast í verki, legði Jákup aftrat: „Eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.“ – Ják. 2:21-23, 26.

9, 10. Hvussu hjálpir Jóhannes ápostul okkum at skilja, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit vísa okkara trúgv?

9 Meira enn 30 ár seinni skrivaði ápostulin Jóhannes sítt evangelium og trý brøv. Skilti hann, hvussu stóran týdning sonn trúgv hevur? Ja, tað gjørdi hann. Jóhannes tosaði meir um trúgv enn nakar annar bíbliuskrivari.

10 Til dømis segði Jóhannes: „Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“ (Jóh. 3:36) Vit vísa sanna trúgv, tá ið vit akta Jesus. Jóhannes siteraði ofta tað, sum Jesus segði um, at vit mugu blíva við at vísa trúgv. – Jóh. 3:16; 6:29, 40; 11:25, 26; 14:1, 12.

11. Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri, at vit kenna sannleikan?

11 Við sínum heilaga anda hevur Jehova hjálpt okkum at skilja sannleikan og at fáa trúgv á tey góðu tíðindini. (Les Lukas 10:21.) Vit mugu altíð minnast til at takka Jehova fyri, at hann hevur drigið okkum til sín gjøgnum sonin, „sum gav okkum trúnna, og sum vil føra okkum á mál“. (Hebr. 12:2, Nýggi Sáttmálin) Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum? Jú, vit kunnu styrkja trúnna við at halda okkum nær til hansara í bøn og við at kanna hansara orð. – Ef. 6:18; 1. Pæt. 2:2.

Vit vísa, at vit hava trúgv, tá ið vit altíð eru klár at fortelja øðrum tey góðu tíðindini (Sí stykki 12)

12. Hvussu kunnu vit vísa okkara trúgv?

12 Vit mugu vísa øðrum, at vit trúgva upp á lyftini frá Jehova. Til dømis mugu vit boða um Guds ríki og hjálpa fólki at tæna Gudi. Vit mugu eisini „gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar“. (Gal. 6:10) Vit vilja ikki, at nakað skal koma ímillum okkum og Jehova, og tí gera vit okkara besta fyri at lata okkum „úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess“. – Kol. 3:5, 8-10.

VIT MUGU TRÚGVA Á GUD FYRI AT KUNNA GLEÐA HANN

13. Hvussu stóran týdning hevur trúgvin á Gud, og hvat verður hon samanborin við, og hví?

13 Bíblian sigur: „Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.“ (Hebr. 11:6) Bíblian samanber ’trúnna á Gud’ við ein ’grundvøll,’ sum vit mugu hava fyri at kunna tæna Gudi. (Hebr. 6:1) Og fyri at ’halda okkum í kærleika Guds’ mugu vit eisini royna at leggja aðrar góðar eginleikar oman á tann grundvøllin. – Les 2. Pætursbræv 1:5-7; Jud. 20, 21.

14, 15. Hví mugu vit hava kærleika og ikki bara trúgv?

14 Bíblian nevnir trúgv fleiri hundrað ferðir. Eingin annar eginleiki verður nevndur líka ofta. Men fyri tað hevur trúgv ikki størri týdning enn alt annað. Hvussu kunnu vit siga tað?

15 Tá ið Paulus einaferð samanbar trúgv við kærleika skrivaði hann: „Um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.“ (1. Kor. 13:2) Og Jesus segði, at „hitt stóra boðið í lógini“ var at elska Gud. (Matt. 22:35-40) Kærleikin fevnir um nógvar góðar eginleikar, millum annað trúgv. Til dømis sigur Bíblian, at kærleikin „trýr øllum“. Tað vil siga, at viss vit elska Gud, so trúgva vit eisini upp á tað, sum hann hevur sagt í sínum orði. – 1. Kor. 13:4, 7.

16, 17. Hvussu vísir Bíblian, at kærleiki og trúgv hoyra saman? Men hvør av teimum báðum eginleikunum er størstur, og hví?

16 Av tí at trúgv og kærleiki hava so stóran týdning, verða teir báðir eginleikarnir ofta nevndir saman í einum bíbliuørindi. Paulus segði við sínar brøður, at teir skuldu lata seg í „brynju trúarinnar og kærleikans“. (1. Tess. 5:8) Pætur skrivaði: „Tit elska Kristus, hóast tit ikki hava sæð hann, og trúgva á hann, tó at tit ikki síggja hann.“ (1. Pæt. 1:8, Nýggi Sáttmálin) Jákup segði við sínar salvaðu brøður: „Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann!“ (Ják. 2:5) Jóhannes skrivaði: „Hetta er boð [Guds], at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan.“ – 1. Jóh. 3:23.

17 Tað hevur sjálvsagt stóran týdning at trúgva upp á lyftini frá Gudi. Men tá ið tey eru blivin uppfylt, er tað ikki longur neyðugt at trúgva upp á tey. Hinvegin verður tað altíð neyðugt at styrkja kærleikan til Gud og okkara næsta. Tí kundi Paulus skriva: „So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.“ – 1. Kor. 13:13.

GUDS TÆNARAR VÍSA SÍNA TRÚGV

18, 19. Hvussu vísa tey, sum tæna Gudi í dag, sína trúgv, og hvør eigur æruna fyri tað?

18 Tey, sum tæna Gudi í dag, vísa sína trúgv upp á Guds ríki í verki. Og tað hevur havt við sær, at meira enn átta milliónir nú tæna Jehova saman í friði og einleika. Tey vísa teir góðu eginleikarnar, sum Guds andi fær fram í teimum. (Gal. 5:22, 23) Tað er heilt einastandandi at síggja, hvussu sterka trúgv tey hava, og hvussu góð tey eru við hvønn annan.

19 Tað er Gud, sum eigur æruna fyri alt hetta – einki menniskja. Og „tað skal vera Harranum til heiðurs og tekins, ið aldrin skal verða útstrikað.“ (Es. 55:13, Dahl/Viderø) Ja, „tað er gáva Guds,“ at vit verða „frelst, við trúgv“. (Ef. 2:8) Einleikin og friðurin, sum vit hava, tí Jehova er okkara vinur, fer at vaksa, inntil øll menniskju eru fullkomin og tæna honum við gleði. Tað gevur Jehova æru í allar ævir. Latið okkum blíva við at vísa, at vit trúgva upp á lyftini frá Jehova.