Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat tú mást gera fyri at liva um ævir

Hvat tú mást gera fyri at liva um ævir

Kapittul 30

Hvat tú mást gera fyri at liva um ævir

1. (a) Hvørjar tveir møguleikar hevur tú? (b) Hvussu kanst tú velja tann rætta vegin?

JEHOVA GUD bjóðar tær nakað undursamt — ævigt lív í hansara rættvísu nýggju skipan. (2 Pætur 3:13) Men fyri at fáa tað, mást tú gera Guds vilja nú. Tann óndi heimurin sum nú er og øll sum verða verandi partur av honum, hvørva áðrenn langt umlíður, „men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir“. (1 Jóhannes 2:17) Tí mást tú velja, antin vegin ið førir til deyðan, ella hin ið førir til ævigt lív. (5 Mósebók 30:19, 20) Hvønn velur tú?

2. (a) Hvat kanst tú vera vísur í um tú hevur trúgv? (b) Hvussu kann fult álit á Gudi, sum á einum góðum faðir, hjálpa tær at tæna honum?

2 Hvussu kanst tú vísa at tú velur lívið? Fyrst av øllum mást tú trúgva á Jehova og hansara lyfti. Ert tú fullvísur í at Gud er til, „og at hann lønar teimum, sum leita til hansara“? (Hebrearabrævið 11:6) Tú mást hava álit á Gudi, eins og ein sonur ella dóttir hevur álit á einum góðum og miskunnsamum faðir. (Sálmur 103:13, 14; Orðtøkini 3:11, 12) Hevur tú slíka trúgv og slíkt álit, fert tú ikki at ivast í um Guds leiðbeiningar eru skilagóðar, ella um hansara gerðir eru rættar, hóast tú stundum ikki skilur alt til fulnar.

3. (a) Hvat meira enn trúgv krevst? (b) Hvørjar gerningar mást tú gera fyri at vísa at tú velur lívið?

3 Kortini krevst meira enn trúgv. Tú mást eisini gera gerningar ið vísa tínar veruligu kenslur fyri Jehova. (Jákup 2:20, 26) Hevur tú gjørt nakað fyri at vísa at tú ert harmur um tað skeiva tú fyrr hevur gjørt? Hevur tú følt at tú mátti fáa eitt annað sinnalag ella gera broytingar so títt lív kom at samsvara við vilja Jehova? Hevur tú vent við? Tað vil siga, hevur tú tikið teg burtur av einari og hvørjari órættari kós tú kanska fyrr hevur fylgt, og ert tú farin at gera tað Gud krevur? (Ápostlasøgan 3:19; 17:30) Slíkar gerðir eru tekin um at tú velur lívið.

VÍGSLA OG DÓPUR

4. (a) Hvat skuldi fingið teg at gjørt Guds vilja? (b) Hvat eigur tú at gera tá tú hevur gjørt av at tú vilt tæna Gudi?

4 Hvat skuldi fingið teg at gjørt Guds vilja og á tann hátt valt lívið? Virðismetan. Hugsa bert um at Jehova hevur gjørt tað møguligt at tú kanst sleppa undan allari sjúku og líðing, ja deyðanum við! Við at lata sín dýrabara son sum eitt offur opnaði hann tær vegin til ævigt lív í einum páradísi á jørðini. (1 Korintbræv 6:19, 20; 7:23; Jóhannes 3:16) Fær kærleiki Jehova teg ikki til at elska hann afturfyri? (1 Jóhannes 4:9, 10; 5:2, 3) So eigur tú í eini bøn at venda tær til Gud og siga honum at tú ynskir at tæna honum, at tú fegin vilt hoyra honum til. Á henda hátt vígir tú teg til Gud. Hetta er ein heilt persónlig avgerð. Eingin annar kann taka hana fyri teg.

5. (a) Hvat væntar Gud av tær tá tú hevur vígt teg til hansara? (b) Hvar kanst tú fáa hjálp til at liva í samsvar við vígslu tína?

5 Tá tú hevur vígt teg til Gud, væntar hann at tú livir í samsvar við tað. Vís tí at tú heldur orð við at halda fast við avgerð ella vígslu tína, so leingi tú livir. (Sálmur 50:14) Heldur tú teg tætt at Guds sjónligu samskipan, kanst tú fáa hjálp. Har eru kristin ið við gleði og í kærleika vilja birta upp undir teg og styðja teg. — 1 Tessalónikubræv 5:11.

6. (a) Hvat stig er neyðugt tá tú hevur vígt lív títt til Gud? (b) Hvønn týdning hevur dópurin?

6 Tó er tað ikki nóg mikið at tú persónliga sigur Jehova at tú ynskir at hoyra honum til. Tú mást vísa øðrum at tú hevur vígt teg til at tæna Gudi. Hvussu tá? Við at verða doyptur í vatni. Dópurin í vatni er ein almenn fráboðan um at ein hevur vígt sítt lív til Jehova og nú bjóðar seg fram at gera hansara vilja.

7. (a) Hvussu gav Jesus kristnum eitt fyridømi? (b) Hví er dópurin Jesus gav boð um, ikki fyri pinkubørn?

7 Jesu egna fyridømi vísir at vatndópurin er eitt týðandi krav. Jesus læt tað ikki vera nóg mikið bert at siga Faðir sínum, at hann var komin fyri at gera hansara vilja. (Hebrearabrævið 10:7) Tá hann skuldi fara undir sína tænastu og boða Guds ríki, bjóðaði hann seg fram fyri Jehova og varð doyptur í vatni. (Matteus 3:13-17) Av tí at Jesus er okkara fyrimynd, mugu øll sum í dag víga seg til Jehova fyri at gera hansara vilja, verða doypt. (1 Pætur 2:21; 3:21) Jesus gav beinleiðis eftirfylgjarum sínum boð um at gera fólk úr øllum tjóðum til lærusveinar og doypa hesar nýggju lærusveinarnar. Talan er ikki um barnadóp. Talan er um dóp av menniskjum ið eru komin til trúgv, sum hava gjørt av, at tey vilja tæna Jehova. — Matteus 28:19; Ápostlasøgan 8:12.

8. Hvønn í samkomuni eigur tú at fara til um tú ynskir at verða doyptur, og hví?

8 Hvat skalt tú so gera tá tú hevur avgjørt at tú vilt tæna Jehova og ynskir at verða doyptur? Næsta stigið er at venda sær til forsætisumsjónarmannin í teirri samkomuni av Jehova Vitnum tú ert vanur at koma í, og greiða honum frá ynski tínum. Hann og aðrir elstar í samkomuni vilja so fegnir gjøgnumganga nakrar upplýsingar saman við tær, sum tú mást kenna fyri at kunna tæna Gudi á ein hátt sum hann góðkennir. Og so kanst tú verða doyptur.

GUDS VILJI FYRI TEG NÚ

9. Hvat gjørdi Nóa áðrenn Vatnflóðina, og hvat mást tú somuleiðis gera nú, í samsvar við Guds vilja?

9 Áðrenn Vatnflóðina brúkti Jehova Nóa, „rættferðarboðaran“, til at ávara fólk um ta komandi oyðingina og vísa teimum til einasta møguleikan fyri at komast undan við lívinum, ørkina. (Matteus 24:37-39; 2 Pætur 2:5; Hebrearabrævið 11:7) Guds vilji er nú at tú tekur lut í einum líknandi boðanararbeiði. Jesus segði frammanundan: „Og hesin gleiðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Skulu onnur koma undan við lívinum, tá endin kemur fyri ta skipanina sum nú er, og fáa ævigt lív, mugu tey læra tað sama sum tú hevur lært um Guds ætlanir. (Jóhannes 17:3) Kennir tú ikki á tær at tú mást geva teimum burtur av tí lívgevandi kunnleikanum tú hevur?

10. (a) Hvat eigur næstakærleiki at fáa okkum at gera? (b) Hvussu verður ein stórur partur av boðanararbeiðinum gjørdur?

10 Ger sum Kristus. Hann bíðaði ikki eftir at fólk skuldu koma til hansara, men hann fór sjálvur út at finna tey ið vildu hoyra boðskapin um Ríkið. Og hann gav lærusveinum sínum — teimum øllum — boð um at gera tað sama. (Matteus 28:19; Ápostlasøgan 4:13; Rómverjabrævið 10:10-15) Samsvarandi Jesu boðum og hansara fyrimynd vitjaðu tey fyrstu kristnu fólk har sum tey búðu. Tey fóru „hús úr húsi“ við boðskapinum um Ríkið. (Lukas 10:1-6; Ápostlasøgan 20:20, NW) Tað er enn tann týdningarmesti mátin sonn kristin útinna sína tænastu uppá.

11. (a) Hví krevur tað mót at boða Guds ríki, men hví nýtist okkum ikki at vera bangin? (b) Hvussu metir Jehova tað arbeiðið vit gera?

11 Hetta arbeiðið krevur dirvi. Sátan og heimurin hjá honum royna uttan iva at steðga tær, sum tey royndu at steðga Jesu lærusveinum í fyrstu øld. (Ápostlasøgan 4:17-21; 5:27-29, 40-42) Men tær nýtist ikki at vera bangin. Sum Jehova styðjaði og styrkti tey fyrstu kristnu, fer hann at styðja og styrkja teg í dag. (2 Timoteus 4:17) Hav tí gott treysti! Vís at tú veruliga elskar Jehova og tíni medmenniskju við at tú tekur fullan lut í tí lívbjargandi boðanar- og undirvísingararbeiðinum. (1 Korintbræv 9:16; 1 Timoteus 4:16) Jehova gloymir ikki arbeiði títt, men lønar tær ríkliga. — Hebrearabrævið 6:10-12; Titus 1:2.

12. Hvat kunnu vit læra av tí sum hendi konu Lots?

12 Halt ikki at tú missir nakað við at venda tær burtur frá hesi gomlu skipanini, tí hon hevur einki av veruligum virði at bjóða. „Minnist til konu Lots,“ segði Jesus. (Lukas 17:32) Aftaná at hon og familjan hjá henni vóru sloppin burtur úr Sódomu, hugdi hon langtandi aftur eftir tí tey vóru farin frá. Gud sá hvar hjarta hennara var, og hon varð til ein saltstólpa. (1 Mósebók 19:26) Ver ikki sum kona Lots! Hav eyguni vend móti tí ið er fyri framman, ’hinum sanna lívinum’ í Guds nýggju rættferðarskipan. — 1 Timoteus 6:19.

VEL LÍVIÐ Í PÁRADÍSINUM Á JØRÐINI

13. Hvat segði Jesus um valið, sum vit øll skulu velja?

13 Tað eru tveir kostir í at velja. Jesus líknaði tað við at velja millum tveir vegir. Annar vegurin, segði hann, er „breiður“. Tey ið fylgja honum, kunnu gera sum teimum lystir. Hin vegurin er harafturímóti „mjáur“ ella smalur. Tey ið fylgja tí vegnum mugu lýða Guds lógum og boðum. Meirilutin, segði Jesus, gongur eftir tí breiða vegnum, og bert fá finna hin smala. Hvønn veg velur tú? Tá tú velur, minst so til at hin breiði vegurin førir til ein bráðan undirgang. Smali vegurin leiðir teg hafafturímóti beint inn í Guds nýggju skipan. Har kanst tú vera við til at gera jørðina til eitt frálíkt páradís sum tú í lukku kanst liva í um ævir. — Matteus 7:13, 14.

14. Hvat mást tú hoyra til fyri at koma undan við lívinum og inn í Guds nýggju skipan?

14 Tú mást ikki rokna við at fleiri ymiskir vegir kunnu føra til lívið í Guds nýggju skipan. Bert ein ger tað. Bert ein ørk kom ígjøgnum Vatnflóðina. Bert ein samskipan — Guds sjónliga samskipan — kemur ígjøgnum ’miklu trongdina’ sum nærkast í hvørjum. Tað er rætt og slætt ósatt at allir átrúnar ella trúarflokkar føra til tað sama málið. (Matteus 7:21-23; 24:21) Tú mást hoyra til samskipanina hjá Jehova og gera hansara vilja fyri at fáa hitt æviga lívið sum løn. — Sálmur 133:1-3.

15. (a) Hvat mugu vit gera hvønn dag? (b) Hvør vón er nógv meir enn bert ein ynskidreymur?

15 Lat tí altíð myndina av Guds nýggju heimsskipan, sum hann hevur lovað, standa klára í huganum og hjartanum. Hugsa hvønn dag um ta stórfingnu lønina Jehova bjóðar tær — ævigt lív í einum páradísi á jørðini. Tað er eingin ynskidreymur. Tað er veruleiki! Tí hetta bíbilska lyftið verður við vissu uppfylt: „Rættvísir fáa landið at arva og eiga har búgv alla tíð . . . síggja tú skalt teir gudleysu undir ganga.“ — Sálmur 37:29, 34.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 251]

Tú mást víga teg til Jehova . . . og lata teg doypa

[Mynd á síðu 253]

„Minnist til konu Lots“

[Myndir á síðu 254]

Lat Guds nýggju skipan standa klára í huganum